Kyndil basti neistakvinnum

Kyndil basti neistakvinnum
Kyndil vann grannauppgerðina móti Neistanum, 28-25, harvið hevur Neistin tapt fyri fyrstu ferð í landskappingini í ár
Turið Arge skeyt 13 mál í grannauppgerðini móti Neistanum
Mynd: Savn  
 
07.11.2023 - 21:09

Oddabrak var í bestu kvinnudeildini í kvøld.

Klokkan 18, tóku kyndilskvinnur ímóti Neistanum í Høllini á Hálsi.

Endin var, at Kyndil vann 28-25 ímóti Neistanum, eftir at Neistin førdi 12-10 í hálvleikinum.

Turið Arge Samuelsen var stórspælandi og skeyt 13 mál í dystinum. Hjá neistakvinnum var tað Maria Nólsoy, sum gekk á odda við 10 málum. 

Undan dystinum hevði Neistin fult stigatal, og kyndil lá á øðrum plássi við 12 stigum, nú ein triðingur av kappingarárinum er liðin. 

Eftir úrslitið í kvøld, hava Neistin og Kyndil sama stigatal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109