H-bygningurin kostar 50.000 kr. fermeturin

H-bygningurin kostar 50.000 kr. fermeturin
H-bygningurin er 15.483 fermetrar, og hann kostar 769,7 mió. kr.
Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst frá landsstýrinum, at brúk verður ikki fyri fleiri pengum, tó uttan so, at broytingar vera gjørdar í verkætlanini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
07.11.2023 - 08:15

H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum kostar slakar 50.000 kr. fermeturin.

Neyva talið er 49.713 kr.

Tá eru tær 43,7 milliónirnar, sum landsstýrið hevur biðið um aftrat, taldar við.

H-bygningurin er 15.483 fermetrar, og hann kostar 769,7 mió. kr.

Tað stendur í álitinum hjá fíggjarnevndini um tær 43,7 milliónirnar, sum nevndin einmælt vil játta.  

 

H-bygningurin kostar slakar 770 milliónir kr.

 

Ikki brúk fyri fleiri pengum

Nevndin sigur seg hava fingið at vita, at 43,7 mió.kr. er tann upphæddin, sum er neyðug at gera H-bygningin lidnan og kláran at taka í nýtslu. 

Nevndin hevur fingið upplýst frá landsstýrinum, at brúk verður ikki fyri fleiri pengum, tó uttan so, at broytingar vera gjørdar í verkætlanini. 

Fíggjarnevndin hevur fingið at vita frá løgmanni, Akseli V. Johannesen, at ætlanin er at endurskoða verandi leist, sum verður brúktur at skipa byggiverkætlanir.

 

Vanligar isolatiónsstovur

Nevndin hevur eisini fingið at vita, at farið er frá ætlanini um háisolatiónsstovur.

Vanligar isolatiónsstovur koma í staðin. Tær eru bíligari og eru mettar at nøkta tørvin.

Tá ikki er brúk fyri teimum sum isolatiónsstovur, verða tær brúktar sum vanligar seingjastovur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859