- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yngri Læknar og Fíggjarmálaráðið gjørt nýggjan sáttmála
Yngri Læknar og Fíggjarmálaráðið gjørt nýggjan sáttmála
Sáttmálin er galdandi í trý ár, og ein høvuðsavtala er eisini gjørd

Semja er gjørd millum Yngru læknarnar og Fíggjarmálaráðið um ein trý ára sáttmála.
06.11.2023 - 14:57
Semja er í dag gjørd millum felagið hjá yngri læknum í Føroyum og Fíggjarmálaráðið fyri eitt trý ára tíðarskeið.
Tað skrivar Fíggjarmálaráðið.
Semjan byggir á ein lønarkarm, sum fyrsta árið er 3,8% og næsta árið er 4,04%. Triðja árið verður tað sama, sum onnur feløg fara at fáa á almenna arbeiðsmarknaðinum, verður sagt.
Eisini eru nakrar broytingar gjørdar í sáttmálatekstinum.
Tað nýggja í semjuni er, at ein avtala er gjørd um at arbeiða við eini høvuðsavtalu í sáttmálaskeiðinum.
Yvirskipaða høvuðsavtalan skipar viðurskiftini millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV