Yrkingar hjá Tóroddi á vágskálini

 

Yrkingasøvnini ”Einki heiti” og ”Heiti” verða ummæld í Vágskálini mikudagin kl. 17.05.

Ein av virknastu føroysku yrkjarunum og rithøvundunum farnu 40 árini hevur verið Tóroddur Poulsen, sum gav fyrsta yrkingasavnið út í 1984. Savnið nevndist ”Botnfall”.

Síðan hevur hann givið fleiri enn 40 bøkur út, tær flestu yrkingasøvn, og fleiri ferðir er Tóroddur Poulsen heiðraður fyri sína skriving, í 1992 við Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens hjá Tórshavnar Býráð og í 2013 við Mentanarvirðisløn Landsins.

Seks ferðir er hann tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, í 1996, 2002, 2005, 2009, 2011 og 2014. Tóroddur er sostatt alkendur og viðurkendur høvundur, men hvørki tilnevningar ella herðaklapp hava fingið hann at halda uppat at skriva.

Í 2022 kom út yrkingasavnið ”Einki heiti”, og í 2023 kom savnið ”Heiti”.

Hesi bæði søvnini verða løgd á vágskálina mikudagin kl. 17.05. Tey, sum fara at ummæla, verða Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, og Hans Jacob Kollslíð, yrkjari, tónleikari og lærari og lestrarvegleiðari á miðnámi í Vestmanna og á Kambsdali í fleiri ár.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera