Uppskotið farið í rættarnevndina

Uppskotið farið í rættarnevndina
Tingfundur verður aftur klokkan 15.30, og tá verður álit frá rættarnevndini lagt fram
(Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
02.11.2023 - 14:26

Løgtingið er liðugt við fyrstu viðgerð av lógaruppskotinum frá landsstýrinum um at leggja upp í verkfallið hjá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, og uppskotið er nú farið í rættarnevndina.

Fyrsta viðgerð vard í umleið tveir tímar.

Tingfundur er ásettur at vera aftur klokkan 15.30, og tá fer rættarnevndin leggja fram álit í málinum.

Síðani verður nýggjur fundur ásettur, og tá kemur uppskotið til 2. viðgerð.

Tingið hevur samtykt víkja frá øllum tíðarfreistum á øllum viðgerðarstigum í málinum um at leggja upp í verkfallið hjá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878