Fíggjarmálaráðið vil hava sjúkrarøktarfrøðingar í gerðarrættin

Fíggjarmálaráðið vil hava sjúkrarøktarfrøðingar í gerðarrættin
At boða frá verkfalli uttan at halda fráboðanarfreistina, er óheimilað stríðsstig, sigur Fíggjarmálaráðið
(Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
02.11.2023 - 13:58

Fíggjarmálaráðið góðtekur ikki, at Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst arbeiðssteðg fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar á sáttmálaøkinum hjá Fíggjarmálaráðnum uttan fráboðanarfreist, og Fíggjarmálaráðið fer at leggja málið fyri Fasta gerðarrættin sum skundmál.

Fíggjarmálaráðið hevur boðað Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar frá, at tá sjúkrarøktarfrøðingar á sáttmálaøkinum hjá Fíggjarmálaráðnum fara í verkfall, uttan at halda fráboðanarfreistina, so er hetta eitt óheimilað stríðsstig sambært avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, dagfest 10. apríl 2014, sigur Fíggjarmálaráðið.

Málið verður tí beina nvegin lagt fyri Fasta Gerðarrættin sum skundmál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275