- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mildrid á Lógv sleppur ikki til arbeiðis aftur sum leiðari á Skálagarði
Hon bleiv uppsøgd sum leiðari á Skálagarði, men kærdi. Uppsøgnin bleiv ógildað, og so var fundur millum Mildrid á Lógv og Almannverkið í gjár.
Har fekk hon at vita, at hon sleppur ikki aftur til arbeiðis sum leiðari á Skálagarði.
Mildrid á Lógv ynskir ikki at gera viðmerkingar til málið, meðan tað koyrir.
Sigmund Poulsen, sakførari hjá Mildrid á Lógv, sigur í stuttari viðmerking, at á fundinum við Almannaverkið í gjár fekk Mildrid á Lógv at vita, at hon sleppur ikki til arbeiðis aftur sum leiðari á Skálagarði.
Hon hevur fingið bjóðað okkurt annað starv í Almannverkinum, ella at gera eina fráfaringaravtalu.
Tekur hon ikki av einum av hesum møguleikum, so fer Almannaverkið undir eina uppsagnartilgongd av nýggjum, og so fær Mildrid á Lógv eitt nýtt ætlanarskriv.
Mildrid á Lógv hevur fingið freist til fríggjadagin 24. januar, at taka støðu til, hvat hon velur at gera.
Kringvarpið hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum, men hann og leiðslan hava verið upptikin av fundarvirksemi í allan dag.
Í stuttum boðum skrivar Edvard Heen, at nýggjur fundur er avtalaður millum partarnar fríggjadagin tann 24. januar, men at hann ikki hevur fleiri viðmerkingar hesum viðvíkjandi.
Mildrid á Lógv hevur ikki verið til arbeiðis á Skálagarði, síðan hon á fundi 1. juni í fjør fekk boð um, at Almannaverkið vildi enda samstarvið við hana. Orsøkin var, at tey høvdu ikki álit á, at hon megnaði at fáa Skálagarð til eitt vælvirkandi arbeiðspláss.
Leiðslan helt ikki, at Mildrid á Lógv røkti starvið til fulnar, stendur millum annað at lesa í notati, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.