Arbeiðsleys fáa fleiri pengar

Arbeiðsleys fáa fleiri pengar
Størsti arbeiðsloysisstuðulin frá ALS hækkar úr 18.500 krónum upp í 22.435 kr. 1. mai
Nógvar broytingar eru á veg í lógini um ALS.
 
16.01.2025 - 06:05

Størsti arbeiðsloysisstuðulin frá ALS hækkar úr 18.500 krónum upp í 22.435 kr. 1. mai.

Hann skal vera 80 prosent av arbeiðaraløn.

Í løtuni er hetta 21.278 kr. um mánaðin. 

13 broytingar skulu gerast í ALS-lógini. Uppskotið kom í tingið í gjár.
 
Stýrið fyri ALS hevur gjørt eina heildarmeting um lógina og hevur mælt til at gera broytingarnar, sum eru í uppskotinum hjá Umhvørvismálaráðnum.

Endamálið er at gera lógina soleiðis, at hon hóskar betur til viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, sum tey eru nú.

Av tí at fíggjarstøðuni hjá ALS er so góð, verður skotið upp at gera nøkur viðurskifti í lógini høgligari fyri tey arbeiðsleysu. 

Millum annað vera bíðidagarnir strikaðir og karantenurnar styttar. 

Reglurnar um at halda frí við arbeiðsloysisstuðli vera víðkaðar. 

Fólk, sum fáa lægstu ella miðal fyritíðarpensjón ella framskundaða pensjón, og fólk, sum eru í tillagaðum starvi, kunnu eftir umsókn sleppa undan at rinda ALS-gjald. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209