- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dregur út at gera niðurstøðu í kæruni um Dennis Holm
Dregur út at gera niðurstøðu í kæruni um Dennis Holm
Málið var aftur á skránni hjá landsstýrismálanevndini fyrrapartin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
16.01.2025 - 13:21
Lógarverkið er fløkt, og tí er ov tíðliga at siga nakað, nær ein niðurstøða er klár í kæruni um Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Tað sigur Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini.
Kæran var aftur á skránni hjá landsstýrismálanevndini fyrrapartin.
Í uppritinum frá Kristinu Samuelsen, advokati, er eisini uppskot um niðurstøðu, men tað merkir ikki, at tað verður tann endaliga niðurstøðan.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
16012024_Hans_Jacob_um_Dennis
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV