- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allir sjúkrarøktarfrøðingar í Sjúkrahúsverkinum fara nú í verkfall
Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar gjørdi skjótt av, tá landsstýrið hevði lagt fram uppskot um at leggja upp í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Allir sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru fevndir av sáttmálanum millum felagið og Fíggjarmálaráðið, fara í verkfall alt fyri eitt, sigur Óluva í Gong, forkvinna í felagnum.
Les skriv frá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar her
Landsstýrið skjýtur upp at leingja sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar um ávís størv í Sjúkrahúsverkinum.
Sambært uppskotinum verður tað Sjúkrahúsverkið, sum skal meta um og gera av, hvørji starvsfólk, ið Sjúkrahúsverkið ikki fær verið fyriuttan.
Teir limir hjá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, sum fáa boð frá Sjúkrahúsverkinum, hava skyldu til at fara til arbeiðis og at fylgja sáttmálanum millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, sum var galdandi til 1. januar 2023
Sí uppskotið her.
Tingið hevur samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum, og uppskotið kemur til viðgerðar á tingfundi, sum byrjar klokkan 12.