- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Útoyggjar sum ein kommuna og støðan í verkfallinum
Skulu allar útoyggjar vera ein kommuna?
Í kanning, sum Útoyggjafelagið hevur gjørt, siga tveir triðingar av teimum spurdu á útoyggj, at tey eru sera misnøgd við gongdina í bygdini ella oynni, har tey búgva.
Hugskotið at gera allar útoyggjar til eina kommunu er tikið fram aftur.
Vit hava Olgu Biskupstøð, samskipara í Útoyggjafelagnum, Óla Jákup úr Dímun, formann í Útoyggjafelagnum, og Tórbjørn Jacobsen, formann í Kommunufelagnum, í útvarpsstovuni.
Breddin fylgir eisini gongdini í verkfallinum, nú nógv bendir á, at løgtingið fer at leggja upp í sáttmálatrætuna millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.