- Tíðindi, mentan og ítróttur
BankNordik 271 milliónir í avlopi fyri skatt í triðja ársfjórðingi
Fyri fyrstu ferð síðani fyrsta ársfjórðing í 2021 vóru niðurskrivingar hjá BankNordik ikki afturførdar í triðja ársfjórðingi í ár.
Hetta kann vera eitt tekin um, at broyttu fortreytirnar við hægri rentum og inflatión eru farin at merkjast, sigur bankin í tíðindaskrivi.
Í roknskapinum stendur annars, at niðurskrivingar á útlánum vóru afturførdar fyri 15 mió.kr.
Men annars letur bankin væl at fyrstu níggju mánaðunum í ár.
Góð útlit
Og yvirskipaðu útlitini fyri tað, sum er eftir av árinum, eru sum heild góð.
Einki bendir á, at títtleikin í rentuhækkingum, sum hevur verið hetta seinasta árið, fer at halda fram, sigur BankNordik.
Í triðja ársfjórðingi var úrslitið hjá BankNordik fyri skatt 271 mió. kr.
Leiðsla bankans væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 260 og 290 mió.kr.