- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúsdrekka- og narkotikaráðið verður tikið av

Rúsdrekka- og narkotikaráðið skal takast av, kunnger Margit Stórá, landsstýriskvinna.
Ráðið er í veruleikanum langt síðani tikið av, men av misgáum er kunngerðin ikki sett úr gildi enn.
Ráðið kom í 1990. Endamálið við tí var at fyribyrgja rúsdrekka- og narkotikamisnýtslu.
Átta fólk vóru í ráðnum, meginparturin yvirlæknar.
Kunngerð frá 1990
Lógartænastan hevur gjørt Heilsumálaráðið varugt við, at kunngerðin frá oktober 1990 ikki er sett úr gildi.
Tá Fyribyrgingarráðið, nú Fólkaheilsustýrið, var sett á stovn, vóru Rúsdrekka- og narkotikaráðið, Tubbaksráðið og Aids-ráðið løgd saman í eitt ráð, sum fekk heitið Fyribyrgingarráðið.
Hinar kunngerðirnar eru settar úr gildi, men kunngerðin um Rúsdrekka- og narkotikaráðið er av misgáum ikki sett úr gildi enn.