- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verkfallið: Einki samband millum partarnar
Hóast Aksel V. Johannesen, løgmaður, í gjárkvøldið heitti á bæði Ruth Vang, landstýriskvinnu, og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, um at fara aftur til samráðingarborðið, hava sjúkrarøktarfrøðingarnir einki hoyrt frá mótpartinum.
Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, í morgun.
Undantøkini í sjúkrahúsverkinum fara úr gildi klokkan 16, og fleiri undantøk verða ikki givin.
Tingfundur verður klokkan 11.30, og tá fer landsstýrið væntandi at leggja fram uppskot um at leggja upp í sáttmálatrætuna.
Óluva í Gong sigur, at løgmaður fær í morgun bræv frá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, um hvat hendir, um løgtingið leggur uppí:
Royndu at steðga verkfalli hjá pedagogum
Í juni 2021 ætlaði Helgi Abrahamsen, sum tá var í landsstýrinum, at steðga verkfalli hjá Pedagogfelagnum.
Uppskotið var at leingja sáttmálarnar hjá Pedagogfelagnum um ávís størv hjá Almannaverkinum.
Fyrsta viðgerð var í tinginum. Men atkvøðugreiðsla var ikki, tí Pedagogfelagið segði seg vera til reiðar at fara aftur til samráðingarborðið.
Og dagin eftir, 19.juni, góðtóku allir partar eitt semingsuppskot.
Helgi Abrahamsen tók tí lógaruppskotið aftur.