Geva ikki fleiri undantøk í Sjúkrahúsverkinum

Geva ikki fleiri undantøk í Sjúkrahúsverkinum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at tað vónar, at hetta fær landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum at velja semju
Í gjár gingu fleiri hundrað fólk mótmælisgongu í Tinganes at handa Ruth Vang, landsstýriskvinnu, yvirlýsing.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2023 - 13:15

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gevur ikki fleiri undantøk í Sjúkrahúsverkinum.

Tað sigur felagið á síni heimasíðu.

- Nú má ábyrgdarloysið halda uppat, og vit hava tí boðað  Sjúkrahúsverkinum frá, at frá hósdegnum 2. november kl. 16 verða eingi undantøk givin á seingjardeildum, skurðdeildum og ambulatorium, sigur felagið.

 

Undantøkini í Sjúkrahúsverkinum fara úr gildi klokkan 16 í morgin, og tá verða ikki fleiri undantøk givin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Okkara vón er, at hetta fær landsstýriskvinnuna at skilja álvaran og velja semju. Tí nógv stendur upp á spæl. Hetta er eitt stríð um haldførið í øllum heilsuverkinum. 

Landsstýriskvinnan hevur eitt uppskot um semju liggjandi á sínum borði, eitt uppskot, har vit sum felag hava flutt okkum so langt, sum vit kunnu. Tað krevur bert hennara undirskrift, so er verkfallið av, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275