- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri skulu starvast í ferðavinnuni
Fleiri skulu starvast í ferðavinnuni
Nýggja ferðavinnuætlanin hjá Visit Faroe Islands viðger eisini spurningin um størv í ferðavinnuni

Guðrið Højgaard er stjóri í Visit Faroe Islands. (Savnsmynd)
01.11.2023 - 12:20
Ungar kvinnur skulu hava góðar møguleikar til spennandi størv og áhugaverdar yrkisleiðir í Føroym.
Tað er ein partur av burðardygdini, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
Sum er, starvast nógvar kvinnur í ferðavinnuni, og eitt av aðalmálunum í nýggju ferðavinnuætlanini hjá Visit Faroe Islands, sum var løgd fram í Norðurlandahúsinum í gjár, er at skapa fleiri størv í ferðavinnuni.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
01112023_Ferdavinna_og_kvinnur
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV