800-1.000 húsarhald fáa størsta rentustuðulin

800-1.000 húsarhald fáa størsta rentustuðulin
Rentustuðul verður latin fyri rentu, sum er upp í 100.000 kr. Stuðulin er 35 prosent
Hækkaða rentan ger, at landsstýrið biður um 11 milliónir aftrat til rentustuðul í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum er fíggjarnevndini. (Savnsmynd)
 
01.11.2023 - 08:19

Millum 800 og 1.000 húsarhald fáa størsta rentustuðul, sum er 35.000 kr. um árið.

Tað sigur Fíggjarmálaráðið í skrivi til fíggjarnevnd løgtingsins.

Tað er, at millum 800 og 1.000 húsarhald hava í minsta lagi 100.000 kr. í rentum um árið. Og tá er skuldin væl oman fyri tvær milliónir krónur.

Miðalrentan fyri sethúsaskuld er í løtuni 4,1 prosent.

Rentustuðul verður latin fyri rentu, sum er upp í 100.000 kr. Stuðulin er 35 prosent. 

 

8.750 fingu stuðul 

8.747 fólk fingu rentustuðul í september í ár.

Hækkaða rentan ger, at landsstýrið biður um 11 milliónir aftrat til rentustuðul í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum er fíggjarnevndini.

Í fíggjarlógini fyri 2023 er útreiðslan mett at vera 109 mió. kr. og inntøkan 47 milliónir.

Næsta ár er mett, at landskassin skal rinda 141 milliónir í rentustuðli.

Inntøkan verður 61 milliónir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878