- Tíðindi, mentan og ítróttur
Handfaring hjá donsku løgregluni skal kannast
Granskingarskrivstovan hjá danska løgmálaráðnum hevur fingið boð um at kanna málið, eftir at DR í poddvarpsrøðini 'En beklagelig fejl' hevur avdúkað eina røð av málum um neyðtøku, har løgreglan, sambært serfrøðingum, ikki hevur eftirkannað nóg væl.
Hetta hevur við sær, at summi, sum hava boðað frá neyðtøku, fara at fáa spurningar um, hvussu løgreglan hevur handfarið teirra mál, skrivar dr.dk
Málini snúgva seg millum annað um prógv, sum ikki eru tikin við, vitni, sum ikki eru avhoyrd, og umsitingarligar mannagongdir, sum ikki eru fylgdar.
Poddvarpsrøðin hevur longu havt við sær broytingar í mannagongdum, men tað er kortini ikki nóg mikið, halda nakrir flokkar á Christiansborg.
- Vit mugu vita, um løgreglan hevur tak á hesum, og tað gera vit við at spyrja offrini um teirra royndir við løgregluni. Tí havi eg biðið løgmálaráðharran, Peter Hummelgaard, um at seta eina kanning í verk, og hesum hevur hann játtað, sigur rættarmálaráðgevi hjá SF, Karina Lorentzen.
Danmarksdemokratarnir hava eisini mælt til at fáa málið lýst neyvari.
- Tað er ómetaliga týdningarmikið, at offrini í hesum málum eisini verða hoyrd. Alt má kannast væl og virðiliga, soleiðis at vit tryggja, at vit bera okkum rætt at í slíkum álvarsligum brotsverkum, sigur Peter Skaarup, limur í donsku rættarnevndini.