Ongin deyður á sjónum í ár

Ongin deyður á sjónum í ár
Allahalganardagur er í dag, 1. november, og tá minnast vit tey, ið fingu váta grøv og tey, ið doyðu í yrki sínum á sjónum. 
 
01.10.2023 - 08:15


Síðani allahalganna dag síðsta ár, er eingin føroyingur deyður í yrki sínum á sjónum.

Siðvenjan at minnast sjólátin er staðfest í tveimum løgtingssamtyktum, - tann fyrra frá 1943, og tann seinna í 1949.

Almenna minningarhaldið verður kl. 14 á Vinnuháskúlanum í Tórshavn. Ann Hermansdóttir, prestur, talar. 

Eftir løtuna á Vinnuháskúlanum leggur Løgmaður krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. 

Í kvøld verður gudstænasta í Dómkirkjuni í sambandi við minningarhaldið, og hon verður send beinleiðis í útvarpinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275