- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fakfeløg mótmæla samráðingarháttinum hjá Fíggjarmálaráðnum
Umboð fyri tey 31 fakfeløgini, sum vóru á fundi í Smæruni seinnapartin, hava handað Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, eina yvirlýsing, har funnist verður at mátanum, sum Fíggjarmálaráðið hevur sáttmálasamráðingar við fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Tey vísa m.a. á lønarkarmin, sum sambært fakfeløgunum læsir samráðingarnar fastar.
Tá ið hon hevði fingið yvirlýsingina, segði Ruth Vang, at hon helt, at glið var komið í samráðingarnar við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í síðstu viku, men tá felagið leygardagin kom við kravboðum, var tað "sum at fáa nevan á kjaftin," sum Ruth Vang málbar seg.
Marjun Dalsgaard var í Tinganesi við mikrofonini: