- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv fakfeløg á fundi um verkfalsstøðuna
Klokkan tvey fóru álitisfólk og nevndir í fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum á fund í Smæruni í Havn at viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir hava verið í verkfalli í meira enn fýra vikur.
Tað var Fakfelagssamstarvið, sum boðaði til fundar.
Og undirtøkan er stór.
Stóra fundarhølið í Smæruni er fullsett, og væl tað. Nógv fólk stendur eisini uttanfyri.
Sum skilst, er ætlanin at orða eitt skriv til Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, har funnist verður at handfaringini av sáttmálasamráðingunum, tí hildið verður so fast um lønarkarmin.
Dagført: Nú eru fundarfólkini farin í mótmælisgongu í Tinganes.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen