EFFO: Fyritøkur vilja hava grøna orku

EFFO: Fyritøkur vilja hava grøna orku
Nýggja vindmyllulundin er rætta leiðin at fara, sigur stjórin í SEV
Gunnar Nielsen er stjóri í EFFO.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.10.2023 - 11:17

Fyritøkur, sum keypa olju frá EFFO, vilja hava grønari orku, og tær hava spurt seg fyri hjá EFFO, hvussu tær kunnu minka CO2-útlátið.

Tað segði Gunnar Nielsen, stjóri í EFFO, í Breddanum fyrrapartin.

EFFO hevur tikið stig til eina risastóra vindmylluætlan í Eysturoynni, sum verður nevnd Eysturlund.

Hon verður fýra ferðir størri enn vindmyllulundin, sum EFFO eigur í, á Gellingarkletti oman fyri Havnina.

 

 

Eftir ætlan verður Havsbrún í Fuglafirði størsti avtakari av orkuni frá Eysturlund. Odd Eliasen, stjóri, sigur, at Havsbrún hevur leingi arbeitt við ætlanum um at gerast grønari.

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at Eysturlund er rætta leiðin at fara, og SEV hevur longu ynskt EFFO til lukku við verkætlanini.

Gunnar Nielsen, Odd Eliasen og Hákun Djurhuus vóru í Breddanum fyrrapartin:

 

EYSTURLUND_VINDMYLLUR

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275