Sunda kommuna lækkar skattin

Sunda kommuna lækkar skattin
Skattaprosentið verður 20,95 prosent, og barnafrádrátturin verður óbroyttur, 6.500 kr.
Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini í Sunda kommunu hevur verið, og nettoraksturin er stívar 89 mió. kr.
 
31.10.2023 - 10:15

Eisini býráðið í Sunda kommunu hevur lækkað kommunuskattin.

Í fíggjarætlanini fyri 2024, sum er einmælt samtykt í býráðnum, er skattaprosentið lækkað úr 21,5 prosentum niður í 20,95 prosent.

Barnafrádrátturin verður óbroyttur, 6.500 krónur.

Inntøkumetingin frá skattum og avgjøldum er slakar 100 mió. krónur.

Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini hevur verið, og nettoraksturin er stívar 89 mió. kr.

 

Íløgur fyri 47 mió. kr. 

Vøksturin í rakstrinum er fimm prosent. Íløgur skulu gerast fyri slakar 47 mió.kr. næsta ár. Størsta íløgan er til útstykkingar.

27 grundstykki vera gjørd á Oyrarbakka.

Samstundis er gongd sett á at taka aftur grundstykki í allari kommununi.

Skuldin í Sunda kommunu er ein fjórðings álíkning.

Við íløgunum, sum ætlanin er at gera næsta ár, verður roknað við, at skuldin verður slaka hálva álíkning.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681