Krevja gjald fyri Facebook, sum ikki hevur lýsingar

Krevja gjald fyri Facebook, sum ikki hevur lýsingar
Meta hevur svarað aftur, nú fyritøkan hevur fingið 390 milliónir kr. í bót frá ES
Nú noyðist tú at gjalda, um tú ikki vil hava lýsingar á Facebook. (Savnsmynd)
 
30.10.2023 - 15:51

Felagið Meta, sum eigur Facebook og Instagram, boðar í dag frá, at fólk í Evropa frameftir skulu rinda fyri at hava Facebook og Instagram við ongum lýsingum.

Brúkarar, sum vilja sleppa undan lýsingum á hesum pallum, mugu rinda hvønn mánað fyri at sleppa undan lýsingum.

Ein mánaður við ongum lýsingum kostar, sambært Reuters, 9,99 evrur fyri netbrúkarar, - tað eru góðar 74 kr. í dagsins kursi, og 12,99 evrur fyri fartelefonhald, - tað eru slakar 97 krónur.

Gjaldið hjá Meta er aftursvar til reguleringina í ES. 

Fyrr í ár fekk Meta 390 milliónir krónur í bót fyri brot á persónsverndarlógina hjá ES.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. januar
Mono - Ein sangferð í Europa (2:5)
186410
Hósdag 16. januar
«Brúdleyp í Kána»
186392
Hósdag 16. januar
Morgunlestur hósdagur 16. januar 2025
186262
Mikudag 15. januar
Skratsj 15. januar 2025
186353
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275