Álitisfólk viðgera støðuna - verkfallið vart í fýra vikur

Álitisfólk viðgera støðuna - verkfallið vart í fýra vikur
Undantøkini í Sjúkrahúsverkinum fara úr gildi seinnapartin
Álitisfólk á veg á fund í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.10.2023 - 10:18

Álitisfólkini í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fóru á fund klokkan 11 at viðgera støðuna, nú verkfallið hevur vart í fýra vikur.

Klokkan fýra seinnapartin fara undantøkini frá verkfallinum, sum sjúkrahúsini hava fingið, úr gildi. 

Mikudagin í síðstu viku fekk Sjúkrahúsverkið at vita frá Fíggjarmálaráðnum, at sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru til arbeiðis eftir undantaki frá verkfallinum, fáa van løn fyri tað. 

Fakfelagið hevur hinvegin boðað sjúkrahúsverkinum frá, at øll undantøk frá verkfallin verða givin við teimum treytum, at hvør tími gevur sunnudagsgjald. Men tað vil Fíggjarmálaráðið ikki góðtaka.

Semingsstovnurin sigur, at grundarlag er ikki fyri nýggjari semingsroynd, sum støðan er.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 12.20.
 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndir, tá álitisfólkafundurin byrjaði:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. januar
Mono - Ein sangferð í Europa (2:5)
186410
Hósdag 16. januar
«Brúdleyp í Kána»
186392
Hósdag 16. januar
Morgunlestur hósdagur 16. januar 2025
186262
Mikudag 15. januar
Skratsj 15. januar 2025
186353
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275