- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klokkan verður flutt
Hetta er seinasti sunnudagur í oktober, og tað merkir millum annað, at klokkan í nátt varð flutt ein tíma aftur. Sostatt er summartíðin av, og vit eru farin aftur til vanliga tíð, so at siga.
Lógin um summartíð í Føroyum kom í 1980, og síðan tá hava vit trúliga flutt klokkuna tvær ferðir um árið. Røddir hava javnan verið frammi um at strika skipanina við summartíð, og fyrrverandi løgmaður Bárður á Steig Nielsen ætlaði í fjør at broyta lógina, men kom ikki á mál við tí.
Í Grønlandi bleiv klokkan ikki flutt í nátt, tí Grønland vil koma nærri tí evropeiska tíðarøkinum. Tískil eru nú bara tveir tímar á muni millum Grønland og Føroyar.
Í 2019 samtykti Evropatingið, at hvørt einstakt ES-land sjálvt kundi gera av, um landið vildi hava vetrar- og summartíð ella bara hava somu tíð alt árið.