Riggaði ikki at ringja 112 eina løtu um middagsleitið

Riggaði ikki at ringja 112 eina løtu um middagsleitið
"Skipanin hjá okkum var niðri eina løtu, og tað er ikki nøktandi," sigur Erland Jensen, tøknileiðari á Føroya Tele, í sambandi við, at tað ikki hevur riggað at ringt 112
Mynd: Savnsmynd  
 
27.10.2023 - 13:07

Um middagsleitið riggaði ikki at ringja hvørki 112 ella 114, sum er nýggja beinleiðis nummarið til politiið.

Erland Jensen, tøknileiðari á Føroya Tele, greiðir frá, at tað var sonevnda Nettal-skipanin hjá Føroya Tele, ið fór niður, sum tað eitur á tøknimáli. 

"Eina løtu um middagsleitið eru fólk ikki sloppin ígjøgnum, um tey hava ringt 112 ella 114. Tað hevur verið støðan inntil vit fingu sett í verk okkara back up-skipan við fartelefonum, sum liggja á politistøðini," greiðir Erland Jensen, tøknileiðari, frá. 

Nettalu-skipanin hjá Føroya Tele er ein skipan, ið Føroya Tele bjóðar vinnukundum, harundir eisini løgregluni. 

"Fyrr høvdu allir vinnukundar hjá Føroya Tele ein vekslara standandi hjá sær. Nú hava vit eina skipan her á Føroya Tele, ið eitur Nettala, sum stýrir hesari veksling fyri okkara kundar. Og tað var tann skipanin, ið fór niður. " 

Tøknileiðarin er, sum vera mann, ikki nøgdur við, at tað ikki hevur borið til at ringja 112 og 114 eina løtu. 

"Tað er als ikki nøktandi, at tað ikki riggaði at ringja 112. Vit eftirmeta hvat er hent saman við løgregluni, fyri at tryggja okkum at tað ikki hendir aftur," staðfestir Erland Jensen, tøknileiðari á Føroya Tele. 

Bæði 112 og 114 rigga aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982