- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðsavnið: Stórídnaður eigur ikki at vera framman fyri fornminni
Tjóðsavnið hevur sama sjónarmið um havnarútbyggingina í Havn, sum tað hevði fyri 8-10 árum síðani.
Tað sigur Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, nú Tórshavnar býráð hevur samtykt at fyrireika eina ætlan at útbyggja Skansabryggjuna norðureftir.
Sambært uppskotinum um útbyggingina verður ikki fylt út beint framman fyri Skansan. Har fara at vera bátabrúgvar.
Ein vegur skal gerast, sum kemur út á vegin Yviri við Strond beint innan fyri hotel Havgrím.
Har verður ein brúgv, so bátar fáa siglt inn til bátabrúgvarnar.
Upprunaliga skuldi Skansabryggjan vera 163.000 fermetrar.
Men hon minkaði 68.000 fermetrar, tá verkætlanin var tillagað.
Tjóðsavnið heldur, at tíðin er farin frá at leggja stórídnað framman fyri fornminni, og har fólk býr.
Aðrar loysnir eiga at verða funnar, sigur Herleif Hammer, sum var í Breddanum fyrrapartin:
Allur Breddin kann hoyrast her.