Elias toppskjútti í CL-sigri á Karabatić og PSG

Elias toppskjútti í CL-sigri á Karabatić og PSG
Elias Ellefsen á Skipagøtu var toppskjútti, tá Kiel vann á Nikola Karabatić og PSG í Champions League brakinum í París hóskvøldið
Elias á Skipagøtu varð toppskjútti í Champions League-sigri á PSG
 
26.10.2023 - 21:20

Fyri kortum slapp Elias Ellefsen á Skipagøtu at níga fyri Margrethu drotning í samband við kongaligan føðingardag.

Tá helt onkur fyri, at tað átti at verið drotningin, sum neig fyri føroysku hondbóltsstjørnuni, og tað er kanska nakað um tað.

Hvussu er og ikki, mátti stóra franska stjørnan, Nikola Karabatić, bíta í grasið í Champions League-dystinum ímóti føroyska spælskiparanum, tá Kiel vann í stórdystinum ímóti Paris Saint Germain hóskvøldið.

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi ikki mætari enn at skjóta sjey mál og leggja upp til trý í 34-28 sigrinum í París. Serliga eftir steðgin var ungi føroyingurin stórspælandi saman við norska bakkinum, Haraldi Reinkind, sum eisini skeyt sjey mál.

Dysturin var javnur og liðini skiftust um at vera frammanfyri, heilt til 12 minuttir vóru eftir at spæla. Tá skeyt týska liðið fimm mál á rað og tryggjaði sær øll stigini.

THW Kiel er fremst í sínum bólki við 10 stigum frammanfyri júst PSG, sum hevur átta. Aalborg við millum annað Mikkeli Hansen á liðnum er á 3. plássi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155