- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukrainskur tulkur í Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna hevur sett ukrainskan tulk í starv.
Tað er Angelina Johannesen, sum fer at starvast saman við Sylviu Magnussen, ið er sett sum flóttafólkasamskipari, og integratiónssamskiparanum, Fíu Lindenskov.
Angelina hevur útbúgving sum tulkur og týðari og sum lærari í enskum á Masterstigi. Harumframt hevur hon hevur bachelorútbúgving í búskapi og fígging.
Hon hevur starvast sum tulkur og týðari millum enskt, russiskt og ukrainskt í Ukraina í fleiri ár.
Eisini hevur hon starvsroyndir í Føroyum, og her hevur hon tulkað fyri Almannaverkið og Útlendingastovuna.
Flóttafólkini telja bæði børn, ung, vaksin og pensjónistar, og tí hevur kommunan tørv á at veita tulkatænastu sum hjálp í samskiftinum millum flóttafólk og kommunalar tænastur og skipanir, skrivar kommunan.