- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flóttafólk fegnast um, at uppihaldsloyvini verða longd
- At vera í Føroyum sum flóttafólk við stutttíðar uppihaldsloyvi, ger tað trupult at leggja lívið til rættis. og tað skapar mentala órógv.
Tað sigur Ksenia Kara, sum er flóttafólk úr Ukraina.
Hon fegnast tó um, at føroyskir myndugleikar leingja uppihaldsloyvini hjá ukrainum við einum ári.
Ksenia Kara kom til Føroya í juli í fjør sum flóttafólk úr Ukraina saman við dóttrini Mariu, sum í dag er átta ára gomul.
Ksenia starvast parttíð sum yogalærari.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Sólva G. Dam er deildarleiðari á Útlendingastovuni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Góðar royndir
Royndirnar við flóttafólkum hava sum heild verið góðar.
Tað sigur Sólva G. Dam, deildarleiðari á Útlendingastovuni.
Landsstýrið hevur gjørt av at hækka talið av ukrainskum flóttafólkum, sum kunnu koma til Føroya, úr 200 upp í 250: