- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broytingar eiga ikki at verða gjørdar, tá arbeiðið er byrjað
Avbjóðingin er ikki, um málini liggja hjá Landsverki ella ikki. Avbjóðingin er, at broytingar ikki verða gjørdar í verkætlanini, tá byggingin er byrjað.
Tað sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki, nú ein arbeiðsbólkur í landsfyrisitingini hevur gjørt uppskot um, hvør skal hava ábyrgdina av amennum byggiverkætlanum.
Arbeiðsbólkurin nevnir tríggjar møguleikar:
- at dagføra verandi skipan við Landsverki,
- at fara aftur til skipanina, sum var galdandi fyri 2001, har aðalráðini sjálvi umsita byggiverkætlanir. Sostatt missir Landsverk leiklutin sum almennur byggiharri.
- og at stovna nýtt aðalráð, sum fær alla ábyrgd av bygging. Landsverk verður varðveittur sum stovnur, men politiska ábyrgdarbýtið verður greiðari.
Sigurd L. Lamhauge mælir til møguleikan at dagføra verandi skipan við Landsverki.
Stjórin í Landsverki var í Breddanum í gjár: