- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Stríð millum Landsverk og kommununa um innkomuvegin
Kuril er komin á tráðin millum Landsverk og Tórshavnar kommunu um innkomuvegin til Havnar.
Landsverk vil ikki rinda landsins part av innkomuvegnum.
Tórshavnar kommuna hevur sent rokningar fyri 35 milliónir krónur til Landsverk, men Landsverk hevur hildið pengunum aftur.
Kommunan hevur fingið advokat at leggja trýst á Landsverk og Fiski- og samferðslumálaráðið í málinum.
Men tá tað heldur ikki bar á mál, hevur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu havt fund við løgmann um málið.
Vit tosa við Sigurd Lamhauge, stjóra í Landsverki, Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum, og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.
Breddin í útvarpinum og kvf.fo klokkan 10.