- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kliptu 36 nummarplátur í nátt
Kliptu 36 nummarplátur í nátt
Eigarar kunnu skráseta akfarið aftur, tá teir hava goldið skuldina.
26.10.2023 - 08:58
Aftur í nátt var politiið úti og tók nummarplátur.
23 akfør í Eysturoynni og í Norðoyggjum og 13 akfør í høvuðsstaðarøkinum mistu pláturnar í nátt.
Akstovan biður politiið taka pláturnar, tá eigarin skyldar vegskatt ella trygging ella bæði.
Eigarar kunnu skráseta akfarið aftur, tá teir hava goldið skuldina.
Í gjár kom eisini fram, at 79 akfør høvdu mist pláturnar.
Afturat teimum 36 í nátt, so hava 115 akfør mist pláturnar seinastu næturnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV