Íbindingar kosta næstan 80 mió. kr.

Íbindingar kosta næstan 80 mió. kr.
Articon hevur latið Tórshavnar kommunu tilboð um at gera arbeiðið
Articon sigur, at arbeiðið við íbindingunum kann verða liðugt í november næsta ár. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
26.10.2023 - 08:51

Íbindingarnar í innkomuvegin í Havn millum Hvítanes og Marknagil kosta næstan 80 mió. kr.

Íbindingarvegur verður millum rundkoyringina í Marknagili og Oyggjarvegin, millum innkomuvegin og Sundsvegin og Flatarvegin, har er eisini brúgv um Hoydalsá, millum innkomuvegin og Klingruvegin og millum innkomuvegin og Føroya Arena.

Haraftrat er rundkoyring á Niðara hjalla.

Articon hevur latið Tórshavnar kommunu tilboð um at gera arbeiðið.

Articon sigur, at arbeiðið kann vera liðugt í november næsta ár.

Tað kostar 73 milliónir. Aftrat teimum koma fimm milliónir til slitlag og ljós.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. januar
Mono - Ein sangferð í Europa (2:5)
186410
Hósdag 16. januar
«Brúdleyp í Kána»
186392
Hósdag 16. januar
Morgunlestur hósdagur 16. januar 2025
186262
Mikudag 15. januar
Skratsj 15. januar 2025
186353
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275