Uppskot um tænastugjøld í kommununum kemur í vár

Uppskot um tænastugjøld í kommununum kemur í vár
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur svarað Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni
Ætlanin er at geva kommunum heimild at krevja tænastugjøld frá húsaeigarum, sum ikki búgva í kommununi. (Savnsmynd)
 
26.10.2023 - 08:40

Enn hevur landsstýrið einki gjørt við tað, sum stendur í samgonguskjalinum um heimildina hjá kommununum at krevja gjøld fyri tænastur til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi.

- Men eg fari í næstum undir fyrireikandi arbeiði at útvega kommununum tær neyðugu heimildirnar til hetta, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, í svari til Sólvit E. Nolsø, løgtingsmann, sum spurdi um tænastugjald fyri veitingar til summarhús.

 

Hava heimildir

Landsstýrismaðurin sigur, at í summum førum hava kommunurnar longu heimild at taka gjald fyri ávísar tænastur, sum kommunurnar veita húsaeigarum, sum ikki búgva í kommununi. 

Eitt er fyri at tøma septikktangar, og eitt er fyri at sleppa av við burturkast á bingjuplássum. 

Lógaruppskot um tænastugjøld kemur væntandi í løgtingið í vár, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Í samgonguskjalinum stendur eisini, at ætlanin er at áseta bústaðarskyldu í sambandi við nýggjar kommunalar byggiætlanir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878