Fíggjarnevndin skal viðgera leist fyri almennar byggiverkætlanir

Fíggjarnevndin skal viðgera leist fyri almennar byggiverkætlanir
Arbeiðsbólkur hevur gjørt uppskot um, hvussu verkætlanirnar skulu skipast í framtíðini
H-bygningurin er dømi um almenna byggiverkætlan, sum er farin av sporinum. (Savnsmynd: Bjari Árting Rubeksen)
 
25.10.2023 - 13:20

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum skal nú taka støðu til, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast frameftir. 

Og tað kann fáa avleiðingar fyri Landsverk.

Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið. 

Ein arbeiðsbólkur við embætisfólkum hevur latið úr hondum lýsing, ið vísir á tríggjar framtíðar møguleikar fyri almennar byggiverkætlanir.

Í fyrsta lagi verður skotið upp at dagføra verandi skipan við Landsverki. 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í øðrum lagi verður mælt til eina skipan, sum var galdandi fyri 2001, har aðalráðini sjálvi umsita byggiverkætlanir. Sostatt missir Landsverk leiklutin sum almennur byggiharri.

Og triðja uppskotið er at stovna eitt nýtt aðalráð, sum fær alla ábyrgd av bygging. Í eini slíkari skipan verður Landsverk varðveitt, men politiska ábyrgdarbýtið verður greiðari. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sett gongd á arbeiðið, tí fleiri dømi eru um, at byggiverkætlanir eru farnar av sporinum, sigur hann.

Løgmaður var í Breddanum fyrrapartin:

 

25102023_Aksel_1

 

Farið verður nú fíggjarnevndina at viðgera tilfarið frá arbeiðsbólkinum. Og har vónar løgmaður at fáa breiða politiska undirtøku fyri møguligum broytingum:

 

25102023_Aksel_2

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878