Á Breddanum: Framtíðin hjá Landsverki

Á Breddanum: Framtíðin hjá Landsverki
Løgmaður hevur fingið uppskot frá embætisfólki í miðfyrisitingini um leiklutin hjá Landsverki í framtíðini
Hvønn leiktlut skal Landsverk hava í framtíðini? Tað er evnið í Breddanum fyrrapartin. (Savnsmynd)
 
25.10.2023 - 09:25

Hevur Landsverk eina framtíð, og hvussu sær hon út? 

Tað er kjarnin í einari greining, sum embætisfólk í miðfyrisitingini hava latið úr hondum, og sum nú er latin løgmanni. 

Arbeiðsbólkurin nevnir tríggjar møguleikar:

- at dagføra verandi skipan við Landsverki, 

- at fara aftur til skipanina, sum var galdandi fyri 2001, har aðalráðini sjálvi umsita byggiverkætlanir. Sostatt missir Landsverk leiklutin sum almennur byggiharri.

- og at stovna nýtt aðalráð, sum fær alla ábyrgd av bygging. Landsverk verður varðveittur sum stovnur, men politiska ábyrgdarbýtið verður greiðari.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki, vera í útvarpsstovuni, og samrøða verður eisini við Marjuna Hanusardóttir, fyrrverandi løgmansstjóra.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki.

 

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. januar
Mono - Ein sangferð í Europa (2:5)
186410
Hósdag 16. januar
«Brúdleyp í Kána»
186392
Hósdag 16. januar
Morgunlestur hósdagur 16. januar 2025
186262
Mikudag 15. januar
Skratsj 15. januar 2025
186353
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275