- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni
Enn stendur í botni í sáttmálartrætuni millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Tað er støðan, hóast Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum í Degi og Viku í gjárkvøldið segði seg vænta, at partarnir fóru at møtast í dag.
Vit hava verið í samband við Terja Sigurðsson, semingsmann, fyrrapartin. Hann vildi ikki gera bandaða samrøðu, men segði í stuttari viðmerking, at partarnir hava ikki flutt seg nevnivert, og tí heldur hann tað ikki hava nakað endamál at kalla partarnar saman.
Í gjár vóru tríggjar vikur, síðani verkfallið hhá sjúkrarøktarfrøðingunum byrjaði.
Gunnvá Guttesen er varastjóri á Landssjúkrahúsinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Breddin viðgjørdi eisini støðuna við verkfallinum, og varastjórin á Landssjúkrahúsinum, Gunnvá Guttesen, segði soleiðis um støðu-takanina til yvirtíðina til sjúkrarøktarfrøðingar: