- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv boðaðu frá skaða
Nógv boðaðu frá skaða
Í Klaksvík sleit Polarhavið, og á Skálafjørðinum var boðað frá tekjum og klædningum.
17.01.2025 - 13:26
Politiið hevur fingið nógvar fráboðanir um stormskaðar í morgun.
Fráboðanir eru úr Klaksvík, Norðragøtu, Rituvík, av Toftum, úr Hoyvík, av Argjum, úr Trongisvági, Hvalba, av Tvøroyri og úr Vági.
Eingir álvarsligir skaðar vóru í Klaksvík, sigur Finn Hansen, átaksleiðari, tó so at Polarhavið sleit ein enda, men skipið er bundið aftur nú:
17012025_Finn_Hansen
Skálafjarðar sløkkilið, sum fevnir um Sjóvar, Nes og Runavíkar kommunur, hevur fingið fráboðanir um millum annað tekjur og klædningar, sigur Sunnleiv Højgaard, leiðari:
17012025_Sunnleiv_Hojgaard
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV