Nevndarformaðurin: Politiskur vilji at broyta uttanlandsnevndina

Nevndarformaðurin: Politiskur vilji at broyta uttanlandsnevndina
Bjarni Hammer heldur, at kríggið í Ukraina og tíðin aftaná hava víst, at tørvur er á broytingum í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum
Bjarni Hammer er formaður í uttanlandsnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.01.2025 - 18:04

Politiskur vilji er at gera broytingar í uttanlandsnevndini. 

Tað staðfestir Bjarni Hammer, formaður í nevndini, sum bíðar eftir svari frá umsitingini. 

Kríggið í Ukraina og tíðin aftaná hava víst, at tørvur er á broytingum í uttanlandsnevnd løgtingsins, heldur Bjarni Hammer. 

Hann leggur tó dent á, at talan skal ikki vera um somu skipan sum í Danmark, men ein skipan, sum er lagað til føroysk viðurskifti.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, fer at seta ein arbeiðsbólk at endurskoða alla tingskipanina, men Bjarni Hammer vónar, at tað arbeiðið - sum kann gerast umfatandi - ikki órógvar ætlanirnar við uttanlandsnevndini. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17012025_Bjarni_Hammer

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV