Ætla at gera broytingar í tingskipanini

Ætla at gera broytingar í tingskipanini
Flokkarnir eru bidnir um at velja umboð í arbeiðsbólk, sum skal kanna møguleikarnar at broyta tingskipanina.
Bjørt Samuelsen, forkvinna í løgtinginum, heldur, at fleiri viðurskifti í tingskipanini eiga at verða eftirmett.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.01.2025 - 13:21

Líkt er til, at broytingar eru á veg í tingskipanini.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur biðið flokkarnar á tingi um at velja umboð í ein arbeiðsbólk, sum skal kanna møguleikarnar fyri at gera broytingar í tingskipanini.

- Eitt nú skal bólkurin kanna, um heimildirnar hjá teimum ymsu løgtingsnevndunum eiga at verða broyttar, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.

Ætlanin er, at arbeiðsbólkurin skal fara til verka í februar.

Í lesarabrævi í gjár vísir Liljan Weihe, tingkvinna, á veikleikar í føroysku tingskipanini, tí tingskipanin ger tað trupult hjá løgmanni og landsstýrisfólkum at kunna tingið.

Bjørt Samuelsen heldur, at tað eru eisini aðrir partar av tingskipanini, sum treingja til verða eftirmettir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17012025_Bjort_um_tingskipan

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130