VÍF skal til Italia

VÍF skal til Italia
VÍF skal spæla ímóti italska felagnum, SSV Brixen, í triðja umfari av European Cup-kappingini hjá EHF
VÍF skal spæla ímóti SSV Brixen úr Italia
 
24.10.2023 - 10:07

Menninir hjá VÍF skulu spæla ímóti italska felagnum, SSV Brixen, í 3. umfarið av EHF European Cup.

Norðuritalska liðið liggur í løtuni á triðja plássi í bestu italsku hondbóltsdeildini.

Fyrri dysturin skal spælast 25. ella 26. november, og seinni dysturin er á skránni 2. ella 3. desember.

Vestmenningar spældu seg víðari úr 2. umfari við tveimum teprum sigrum á Esch úr Luksemburg, og teljast altso nú millum 32 tey seinastu liðini í kappingini.

Tveir aðrir føroyingar eru eisini við í European Cup. Allan Norðberg og Valur skulu spæla ímóti HC Motor úr Ukraina, meðan ÍBV við Dánjali Ragnarssyni á liðnum skal royna seg ímóti Förthof UHK Krems úr Eysturríki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109