Mæla til at Troels Lund Poulsen verður nýggjur formaður

Mæla til at Troels Lund Poulsen verður nýggjur formaður
Millum teirra, sum mæla til hetta, er Anders Fogh Rasmussen, fyrrverandi floksformaður og forsætisráðharri
Troels Lund Poulsen og fráfarandi formaðurin í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen, á tíðindafundi fyrrapartin, har Jakob Ellemann-Jensen boðaði frá, at hann gevst í politikki.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.10.2023 - 14:20

Troels Lund Poulsen, verjumála- og búskaparmálaráðharri, verður í løtuni hildin at hava besta møguleikan at gerast nýggjur formaður í Vinstraflokkinum, nú Jakob Ellemann-Jensen hevur lagt frá sær og er givin í politikki.

Millum teirra, sum vísa á Troels Lund Poulsen, eru Søren Gade, fólkatingsformaður, Claus Hjort Frederiksen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, og Anders Fogh Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri og formaður í Vinstra,

Anders Fogh Rasmussen sigur seg taka undir við Søren Gade, sum hevur mælt til, at Troels Lund Poulsen og Stephanie Lose, sum er næstforkvinna í flokkinum, taka við leiðsluni.

Formaðurin í tingbólkinum hjá Vinstra, Lars Christian Lilleholt, mælir eisini til, at Troels Lund Poulsen verður nýggjur formaður í flokkinum.

Troels Lund Poulsen sigur, at hann hevur ikki tikið støðu til málið enn. 

Vinstriflokkurin hevur landsfund 18. og 19. november.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859