Ætlaði at smugla níggju kilo av hassji við Norrønu

Ætlaði at smugla níggju kilo av hassji við Norrønu
Málið er fyri í rættinum í Hjørring
Rætturin í Hjørring.
 
23.10.2023 - 10:50

Ein 27 ára gamal maður skal í rættin í Hjørring í dag. 

Hann er ákærdur fyri at royna at smugla 8,6 kilo av hassji til Føroya við Norrønu.

TV2 veit at siga, at maðurin var tikin í Hirtshals 9.juli í fjør.

Politiið heldur, at tann 27 ára gamli maðurin var ikki einsamallur um royndina at smugla.

Fýra onnur fólk eru eisini ákærd.

Ikki var greitt fyri rættarfundin í dag, um tann ákærdi játtaði ella noktaði seg sekan.

Fyri tveimum vikum síðani dømdi rætturin í Hjørring ein 25 ára gamlan mann sjey ára treytaleysa fongsulsrevsning fyri at ætla at smugla sløk sjey kilo av amfetamini, 100 gramm av kokaini og fimm kilo av hassji til Føroya.

Eisini hann var á veg umborð á Norrønu.

 

 

Hassjmál í Føroya rætti

Tvær kvinnur úr Peru, 31 og 41 ára gamlar, eru ákærdar fyri at smugla 793 gramm av kokaini til Føroya.

Tær eru í Føroya rætti í dag.  

Báðar noktaðu seg sekar, tá politiið royndi at avhoyra tær.

Tær hava annars einki viljað sagt við politiið. 

Tollvaldið avdúkaði kvinnurnar, sum høvdu fjalt kokainið í móðurskeiðini.

Hetta var 28.august. Kvinnurnar hava verið í varðhaldi síðani tá. 

Kvinnurnar komu til Føroya við Norrønu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982