Herd krøv ávirka ikki áhugan at læna pening

Herd krøv ávirka ikki áhugan at læna pening
Tríggir av fýra peningastovnum herdu kredittkrøvini til vinnu- og privatkundar í triðja ársfjórðingi
Peningastovnarnir hava hert kredittkrøvini, bæði hjá privat- og vinnukundum, sigur Landsbankin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen9
 
20.10.2023 - 14:25

Eftirspurningurin eftir lánum er mest sum óbroyttur, hóast krøvini til kundarnar eru herd. 

Tað sigur Landsbankin. 

Landsbankin hevur, sum lið í arbeiðinum hjá Váðaráðnum gjørt eina útlánskanning.

Nýggjasta kanningin er frá triðja ársfjórðingi í ár. Hon vísir, at tríggir av fýra peningastovnum í landinum hava hert kredittkrøvini, bæði til vinnu- og privatkundar. Orsøkin er, at Tjóðbankin hevur hækkað rentuna, og sostatt hækka føroysku peningstovnarnir eisini útlánsrentuna. Hetta setir størri krøv til kundarnar, og tað minkar um kredittútboðið í Føroyum.

 

Óbroyttur eftirspurningur

Útlánskanningin vísir tó, at eftirspurningurin frá vinnuni er óbroyttur bæði í øðrum og tiðja ársfjórðingi. Eftirspurningurin frá privatkundum er vaksin eitt vet í øðrum ársfjórðingi, men er so aftur eitt vet minni í triðja ársfjórðingi. 

Tað bendir á, at bæði vinna og húsarhald higartil hava havt fíggarligt rásarúm at klára herdu kredittkrøvini, sigur Landsbankin.

Peningastovnarnir verða eisini spurdir um útlitini fyri fjórða ársfjórðing. Tveir  av fýra peningastovnum vænta, at kredittkrøvini til bæð ivinnukundar og privatkundar verða herd, tí útlánsrentan fer at hækka.

Til ber at lesa kanningina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151