Starvsfelagið boðið øðrum fakfeløgum til fundar

Starvsfelagið boðið øðrum fakfeløgum til fundar
Súni Selfoss, formaður, útihýsir ikki møguleikanum fyri samhugaverkfalli, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir hava verið í verkfalli í tríggjar vikur
Súni Selfoss er formaður í Starvsfelagnum.
 
20.10.2023 - 13:14

Størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsfelagið, ger eina roynd at savna øll fakfeløg í landinum til at viðgera støðuna, nú Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur verið í verkfall í tríggjar vikur. 

Felagið hevur boðið øðrum fakfelagnum til fundar mánadagin.

Sí eisini: Miðflokkurin vil hava landsstýrið til samráðingarborðið

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, sigur, endamálið við fundinum er at vita, um nøkur stig skulu takast.

Hann útihýsir ikki møguleikanum fyri samhugaverkfalli, men tann avgerðin skal takast í felag á fundinum mánadagin.

Hoyr samrøðu við Súna Selfoss:

 

20102023_Suni_Selfoss


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946