Meginparturin av vindorkuni í Suðuroy kemur til høldar

Meginparturin av vindorkuni í Suðuroy kemur til høldar
Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, hevur svarað Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um vindorku
Vindmyllur hjá SEV í Porkeri.
 
19.10.2023 - 08:32

Í 2021 var bara minni enn helvtin av vindorkuni í Suðuroynni brúkt.

Men so fekk SEV nýggja tøkni, stór elbattarí og synkronkompensator, so nýtslan fór úr 45 prosentum upp í 70 prosent.

Hetta upplýsir Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

Landsstýriskvinnan sigur, at hetta við avlopsorku er nýtt fyribrigdi í Føroyum. 

Í meginøkinum verður bara helvtin av vindorkuni brúkt, sigur hon eisini.

Men eisini í meginøkinum verða battarí og synkronkompensatorar væntandi sett upp longu í ár.

 

Nýggj tøki, m.a. við elbattaríum, ger, at nýtslan av vindorkuni í Suðuroy er vaksin úr 45 prosentum upp í 70 prosent. 

 

Broyta elveitingarlógina

Ingilín Didriksen Strøm sigur, at elveitingarlógin verður broytt, so møguligt og áhugavert verður hjá orkukrevjandi viðskiftafólkum og fólki annars at brúka avlopsorku. 

Ein kundi verður væntandi Fjarhitafelagið í Havn.

Sambært semjuskjalinum millum landsstýrið og Kommunufelagið, er ein serfrøðingabólkur settur at gera uppskot um, hvussu vit skipa ein dynamiskan marknað fyri hesa avloporku. 

Eftir ætlan verður tilmælið latið í november.

 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Myllur í Neshaga standa stillar

Upplýst verður eisini í svarinum, at vindmyllurnar hjá Vindfelagnum í Neshaga hava allar staðið stillar síðani februar. 

Myllurnar hava avbrendar generatorar.

SEV fer seinni í heyst at gera av, hvat gerast skal við myllurnar. 

Verður avgerð tikin um at umvæla tær, fara tær at mala aftur næsta summar, stendur í svarinum.

 

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856