- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Kjak um stuðulskvotur og støðan í Miðeystri
Á hvørjum ári verða umleið 30.000 tons av makreli, sild og svartkjafti latin heimaflotanum sum stuðulskvotur.
Trolarar hava fingið stuðulskvotur síðani 2011, og línu- og garnaskip komu upp í skipanina í 2019.
Í fiskivinnuni er brúksskylda sum ger, at fiskar tann, sum fær kvotuna, ikki 60 prosent av kvotuni, verður hon latin aftur til landið.
Av tí at tað ikki loysir seg hjá hesum flotanum at fiska uppsjóvarfisk, hevur politiska skipanin gjørt undantak frá brúksskylduni, tá ið ræður um uppsjóvarfisk.
Sostatt nýtast teir trolarar, línuskip og garnaskip ikki at fiska uppsjóvarkvoturnar sjálvi, men kunnu selja tær til onnur at fiska.
Í Breddanum í dag verður kjak millum Aksel V. Johannesen, løgmann og formann í Javnaðarflokkinum, Bárð á Steig Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum og forkvinnu í Framsókn, og Beinir Johannesen, formann í Fólkaflokkinum.
Í sendingini frætta vit eisini tað nýggjasta frá krígnum millum Ísrael og Hamas í Gasa. Vit tosa við Allan Sørensen, sum er tíðindamaður hjá Kristiligum Dagblaði í Miðeystri.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.