Brúka spøl at lokka børn á netinum

Brúka spøl at lokka børn á netinum
"Fleiri og fleiri børn ferðast har. Av tí sama, so er tað har, sum lokking flytur seg". Tað fortelur SSP-ráðgevi um lokking á netinum, sum sær út til at vera eitt vaksandi rák
16.01.2025 - 18:31

"Har stóð jú, at hetta var ein drongur sum æt Emil, og at hann var 10 ára gamal. Men tað var hann so ikki í veruleikanum". Hetta er eitt dømi um tað, sum hendir, fortelur Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi. 

Milum tey yngru børnini, so hendir hetta serliga, tá tey spæla spøl á netinum. Roblox er serliga vælumtókt í hesum aldursbólkinum, sigur hon.

"Fleiri og fleiri børn ferðast har. Av tí sama, so er tað har, sum lokking flytur seg". 

SSP vitjar javnan skúlar, har tey gera løtukanningar millum 1, 4 og 8 flokk: Eitt nú, um lokking. Í summum flokkum er einki, í summum flokkum er øgiliga nógv - men í miðal, so eru tað tríggir næmingar í hvørjum flokki, sum hava uppliva okkurt slag av lokking, fortelur Súsanna í Króki. 

Hetta er ein trupulleiki, sum Føroya Politi kennir aftur, sigur Heri Andreasen, varapolitiinspektørur. Síðan lokking bleiv revsivert í fjør, so hava tey skrásett millum 25 til 30 mál. 

Súsanna í Króki og Heri Andreasen eru samd um, at tað sær út til at vera eitt vaksandi rák. Tey vísa eisini á, at har helst eru nógv skuggatøl. 

 

Bogi Augustinussen, sum starvast á teknisku kanningardeildini hjá løgregluni, vitjaði í sjónvarpsstovuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Hósdag 16. januar
RagnarRokk: Alife Glass um Torus
185757
Hósdag 16. januar
RagnarRokk: Fred Mika um Earth Lux
185756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323